- Tað er ógvuliga einfalt tað, at eg eri blivin 63 ár. Eg havi verið í hesum starvinum í 35 ár, síðan eg var 28 ára gamal. So nú haldi eg at tíðin er komin. Soleiðis er tað. 
Tað sigur Heri Ellingsgaard, nú skjótt fyrrverandi stjóri í Klaksvíkar sjúkrahúsi, í samrøðuni við tíðindini í FM1, um avgerðina at takka fyri seg sum stjóra. 
Hoyr alla samrøðuna við Hera Ellingsgaard har hann millum annað minnist aftur á sína tíð sum stjóri, tosar um núverandi sjúkrahússkipan og viðgerð framtíðina hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi við at trýsta á pílin undir myndini.  











