FM1: Tí hevur Lars valt Andrias og Jákup

Andrias H. Eriksen og Jákup B. Andreasen eru nýggir á landsliðnum

##med2#
Fríggjakvøldið 7. juni og mánakvøldið 10. juni skal føroyska landsliðið spæla móti ávikavist Spania og Norra á Tórsvølli. Lars Olsen hevur í dag kunngjørt hópin, sum skal takast við spaniólar og norðmenn. Nakrar broytingar eru á liðnum. 

Millum annað eru Jóan Símun Edmundsson, Gunnar Nielsen og Sonni Ragnar Nattestad ikki við á landsliðnum, meðan Jákup Biskopstø Andreasen úr KÍ og Andrias Høgnason Eriksen úr B36 eru nýggir á landsliðnum. Um Andrias H. Eriksen sigur Lars Olsen:

- Teir dystirnar eg havi sæð, hevur hann spælt væl. Hann spælir sum miðverji, men eg havi hann eisini í tonkunum sum høgri bakk. Gilli Rólantsson kann blíva skaddur ella fáa kort. Tá er Andrias ein møguleiki, sigur landsliðsvenjarin.

 ##med3##

Hin nýggi spælarin á landsliðnum er liðskiparin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen. Hann skal tó spæla við U21-landsliðnum, sum skal spæla 6. juni á Toftum móti Kasakstan.

- Hann hevur framvegis aldur til U21-landsliðið. Tað er týdningarmikið, at hann fær royndir í altjóða fótbólti í U21-landsdystunum. Tí vil eg gjarna, at hann spælir við U21-landsliðnum. Jákup hevur staðið seg væl á verjukenda miðvøllinum hjá KÍ, og tað er júst har vit leita eftir einum spælara. Tí er hetta ein góður møguleiki at hyggja nærri at honum. So kemur tíðin at vísa, um hann sær spælitíð eisini, sigur Lars Olsen.

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir høvðusmyndini.

FM1: Samrøða við Lars Olsen um landsliðsúttøkuna