##med2##
EB/Streymur verður í minsta lagi nummar sjey í Betrideildini í ár. Tað er greitt aftaná góðan 3-2 sigur á TB við Margáir í Streymnesi í dag. EB/Streymur hevur eins og ÍF 23 stig, TB hevur 15 stig, og kann í mesta lagi fáa 21 stig.
EB/Streymur 3-2 (2-1)
0-1 Mark Kongstedt (22.)
1-1 Petur Zachariassen (36.)
2-1 Bárður Olsen (44.)
2-2 Samudeen Musah (71.)
3-2 Símun Sólheim (88.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ein fegnan høvuðsvenjara hjá EB/Streymi, ið heldur, at TB var betri fyrsta hálva tíman, men heimaliðið var betra tað sum eftir var av dystinum. Jákup Martin Joensen heldur, at EB/Streymur fekk trý framúr góð mál. Nú eru Skála og AB eftir at spæla ímóti, og fer EB/Streymur at stríðast fyri at klatra enn meira á stigatalvuni.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Poul Ingason hjá TB. Poul heldur, at hetta var enn ein dystur, ið vísti, at TB dugir væl at verja, men dugir illa at fáa nóg nógv burturúr við málskjótingini. Tí ergrar tað Poul, at TB bert stendur á 15 stigum.