##med2##
Í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1 var ringt til Stefan Radosavljevic at umrøða tvey ting: 1) Grannauppgerðina millum HB og B36 sum HB vann 1-0, har Stefan var sigursmálskjútti og 2) Komandi EM-undankappingardystirnar hjá U21-landsliðnum móti Fraklandi 24. mars og móti Norðurmakedonia 29. mars, báðir á útivølli.
Stefan heldur, at HB hevði tamarhald á tí mesta í dystinum móti B36 og vann uppiborið. Spurdur um HB kann kappast við KÍ um FM-gullið svarar Stefan, at hann hevur vónir um, at HB kann gerast enn betri sum kappingarárið líðir og harvið taka kappingina upp við KÍ.
Stefan gleðir seg til U21-EM undankappingardystirnar móti Fraklandi og Norðurmakedonia, og hann hevur vónir um, at Føroyar kunnu knógva fýra stigum í hesum báðum dystunum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Stefan Radosavljevic.