##med2##
Dugnaligi og nærlægdi fótbóltstíðindamaðurin hjá bolt.fo og Norðlýsinum, Jákup Ósá var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 í dag.
Tá Håkan Ericson, landsliðssvenjari kunngjørdi hópin til dystirnar móti Malta og Andorra í Nations League setti Jákup Ósá stór spurnartekin við úttøkuna av Andrias Lava Olsen. Jákup helt, at tað var eitt løgið val at taka út ein eykaspælara hjá einum liði sum er nummar fimm í Betrideildini.
Men Jákup staðfestir, at aftaná dystin og framúr góða málið hjá Lava sær disposisjónin hjá Håkani Ericson ógvuliga gott út, og leggur Jákup aftrat: - Eingin annar enn Lava hevði megnað at skora hatta málið, sigur Jákup um framúr góða 2-2 málið sum Lava skoraði móti Malta.
Tróndur Arge og Jákup Ósá viðgjørdu eisini Andorra, ið er eitt sera kompakt og hart spælandi lið, ið ger tað sera torført hjá øllum mótstøðuliðum í koma á vitjan hjá lítla fullveldinum, ið liggur millum Frakland og Spania. Jákup heldur ikki, at javnleikur er ein katastrofa undir so torførum umstøðum, men givið er, at Føroyar skulu fara eftir einum sigri.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jákup Ósá fyrr í dag.
Sunnudagin fer FM1 við Tróndi Arge á odda at hava eina øðrvísi frásøgn úr Studionum í Krosslíð, har Tróndur saman við kønum fótbóltsmonnum fer at fylgja dystinum millum Føroyar og Andorra, ið byrjar klokkan 14. Sendingin byrjar klokkan 13.