Í dag verður eitt stórt Fótbóltspanel á FM1 úr Víkingahúsinum í Gøtu. Hetta í samband við at tað í kvøld verður dystur millum Víking og NSÍ, sum FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá.
Fótbóltspanelið verður frá klokkan 15 til 17. Í fyrra tímanum verður millum annað kvinnufótbóltur umrøddur, nú 1. umfar verður sunnudagin. Jacoba Langgaard, ÍVB og føroyskur landsliðsspælari, verður gestur saman við Honnu Olsen, limur í kvinnunevndini hjá Fótbóltssambandinum.
Í fyrra tímanum verður eisini byggitos við tveir formenn. Brand Jacobsen úr Víkingi og Georges Rouah úr ÍF. Bæði feløgini eru í holt við at betra um umstøðurnar hjá feløgunum. Hartil er hetta ein serstøk tíð at vera formaður í.
Í seinna tímanum eru gestirnir Jákup Ósá, sum eigur og rekur bolt.fo, og Hanus Jacobsen, sum í vetur takkaði fyri seg á liðnum hjá Víkingi. Teir fara at meta um dystirnir í 3. umfari. Klokkan 19 verður beinleiðis frásøgn frá dystinum millum Víking og NSÍ. Hanus Jacobsen verður viðmerkjari.
3. umfar Betri deildin menn:
Fríggjadagin 22. mai
Víkingur-NSÍ (19.00) Beinleiðis á FM1
Leygardagin 23. mai
B36-Skála (14.00) Beinleiðis á FM1
ÍF-KÍ (16.00) Beinleiðis á FM1
EB/Streymur-TB (18.00) Beinleiðis á FM1
Sunnudagin 24. mai:
AB-HB (15.00) Beinleiðis á FM1