FM1: Stór upptakt til steypafinaluna

Í dag verður Sportboxin frá klokkan 14 við eini upptakt til løgmansfinaluna

Í dag frá klokkan 14 til klokkan 17 verður Sportboxin á FM1. Hesa ferð kemur hon at snúgva seg um finaluna um løgamnssteypið, sum er millum B36 og HB. Tað er um fleiri ymisk innsløg og gestir koma á vitjan.

 

Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER

 

Í fyrsta tímanum verður ein samrøða við fysioterapeutarnar hjá B36 og HB. FM1 hevur verið á vitjan í Havnar Fysioterapi, har Beinta B. Laursen (B36) og Jóan Magnus Dalbø (HB) hava sína dagligu gongd. Tey eru arbeiðskollegar, men hava í eina viku ikki tosað saman, tí tey skulu dystast um løgmanssteypið leygardagin.

 

Les eisini: Sjómanstakið um løgmanssteypið

 

Í tímanum frá 15 til 16 koma venjararnir á vitjan. Jákup á Borg, venjari hjá B36, og Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB, koma á vitjan í Sportboxini, sum verður send úr Bowlinghøllini á Hálsi. Spurninguinr er so, hvussu nógv teir vilja siga um liðini?

 

Í seinasta tímanum verða millum annað samrøður við liðskipararnar leygarkvøldið, Odmar Færø úr B36 og Jógvan Róa Davidsen úr HB. Eisini verður samrøða við liðskipararnar frá steypafinaluni í 1991, Tummas Eli Hansen (B36) og Kaj Leo H. Johannesen (HB). Eisini fara Thomas Juul S. Thomsen (HB) og Gunnar Sørensen (B36) at greiða frá tiltøkunum, sum feløgini skipa fyri rundanum steypafinaluna.

 

Alt hetta í Sportboxini í dag frá klokkan 14 til 17, beinleiðis úr Bowlinghøllini á Hálsi.