FM1: StÍF-Neistin klokkan 18 og H71-VÍF klokkan 20 mikukvøldið

Frásøgumenn hjá FM1 verða Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal

Í annaðkvøld hava StÍF-kvinnur og VÍF-menn møguleikan at tryggja sær FM-heitið.

Tað gera StÍF-kvinnur um tær vinna á Neistanum í dystinum, ið verður í høllini á Skála klokkan 18 í annaðkvøld. VÍF-menn kunnu eisini tryggja sær FM-heitið um teir vinna á H71 í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld klokkan 20. 

Vinna neistakvinnur á Skála verður fimta og avgerandi FM-finalan í høllini á Hálsi í Havn leygardagin. Vinnur H71 í Hoyvíkshøllini verður fimta og avgerandi FM-finalan í høllini í Vestmanna leygardagin.

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá FM-finalunum í hondbólti, ið vera leiktar í annaðkvøld.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Dysturin í Hoyvíkshøllini millum H71 og VÍF verður samsendur við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.