FM1: Sorin skilur ikki broyttu offside-avgerðina við Stórá

(FM1) Sorin Anghel skilur ikki avgerðina, har hjálpardómarin veittrar fyri offside, og so tekur 1. dómarin eina aðra avgerð

##med2##

TB vann ein sera týðandi heimasigur á Skála við Stórá í Trongisvági fyrr í dag.

TB vann 1-0. Sigursmálið skoraði Filip Obradovic í 58. minutti, men høvuðsvenjarin hjá Skála, Sorin Anghel skilur ikki dómaraavgerðirnar kring sigursmálið hjá TB.

Sorin greiðir frá, at fyrst veittraði hjálpardómarin fyri offside, men so tók 1. dómarin og broytti avgerðina, og dømdi mál til TB.

Hetta ørkymlar Sorin og hinar í hópinum hjá Skála.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Sorin Anghel áðrenn hann fór umborð á Smyril. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Poul Ingason hjá TB.

(Samrøða: Sorin Anghel, Skála)