FM1: Soleiðis staðfesti KÍ Føroyameistaraheitið 2021

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Teit Joensen siga frá málunum og dystarendanum KÍ-B36 3-1 (0-1)

##med2##

 

KÍ er Føroyameistari 2021 í Betrideildini hjá monnum. Tað er sligið rimmarfast aftaná 3-1 sigurin hjá KÍ á B36 við Djúpumýru í Klaksvík í kvøld. B36 leyp ein hvøkk á KÍ við at leggja seg á odda tíðliga í dystinum, men so líðandi yvirvann KÍ hvøkkin og í seinna hálvleiki gekk Páll A. Klettskarð undan við at skora tvey mál, og í tíðini dómarin legði aftrat staðfesti Jonn Johannesen sigurin.

 

KÍ-B36 3-1 (0-1)

 

0-1 Andrass Johansen (9.)

 

1-1 Páll A. Klettskarð (63.)

 

2-1 Páll A. Klettskarð (75.)

 

3-1 Jonn Johannesen (90. +)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge og Teit Joensen siga frá teimum fýra málunum og dystarendanum, hoyr eisini eina stutta samanumtøku. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við spælarar, venjara, formannin og gamlan KÍ-spælara aftaná dystin. 

 

In.fo og FM1 ynska KÍ tillukku við FM-heitunum í Betrideildunum hjá bæði kvinnum og monnum.