##med2##
Allir norðoyingar kunnu lyfta høvdið høgt í kvøld aftaná megnaravrikið hjá KÍ við 3-1 sigri á verandi norska meistaraliðnum, Bodø/Glimt sum vann seg í fjórðingsfinalurnar í Europa Conference League undankappingini farna kappingarár.
Bert eitt heppið brotsspark, ið rumenski dómarin var ov veikur til ikki at døma til størra liðið forðaði KÍ í at fáa longda leiktíð.
Men KÍ hevur útvegað føroyska evropeiska roknskapinum týdningarmikil stig, og fer vónandi at útvega okkum fleiri stig í Europa Conference League undankappingini.
KÍ – Bodø/Glimt 3-1 (2-0) - Bodø/Glimt vinnur samanlagt 4-3
1-0: Mads Bo Mikkelsen 12.
2-0: Jákup B. Andreasen 20.
2-1: Victor Boniface br 56.
3-1: Jákup B. Andreasen 85.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge og viðmerkjaran, Hjalgrím Elttør siga frá málunum og umstríddu brotssparksstøðuni.











