##med2##
KÍ er nú á gylta øðrum plássinum, ið gevur rætt til at spæla í Europa League undankappingini komandi summar.
Tað gjørdist veruleiki aftaná ein rættiliga harðvunnan 3-1 sigur á AB. AB leyp hvøkk á KÍ við at leggja seg á odda 1-0 tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum, men KÍ yvirvann hvøkkin.
KÍ-AB 3-1 (1-1)
0-1 Bjarki Nielsen (10.)
1-1 Páll Klettskarð (20.)
2-1 Jóannes Bjartalíð br.sp. (69.)
3-1 Boris Dosljak (85.)
HB er greitt fremst við 68 stigum. KÍ er nummar tvey við 61 stigum, NSÍ er nummar trý við 60 stigum og B36 er nummar fýra við 59 stigum. Leygardagin klokkan 14 tekur KÍ móti HB. Á Tórsvølli tekur B36 móti NSÍ. FM1 sigur beinleiðis frá hesum báðum dystunum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum trimum málunum hjá KÍ.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ, ið staðfestir, at tað gjørdist ein rættiliga rótutur dystur í kvøld, men Jóannes staðfestir, at AB spældi væl í kvøld. Nú ætla Jóannes og liðfelagarnir at vinna á HB leygardagin, tí sum Jóannes sigur so er annað plássið langt frá tryggjað enn.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við málskjúttan hjá AB, Bjarka Nielsen sum iðrar seg um, at AB ikki tók av møguleikunum teir høvdu í dystinum í kvøld. Bjarki ásannar, at AB má vinna á EB/Streymi á heimavølli leygardagin, og so vóna, at Skála ikki fær fulla úrtøku móti TB í Trongisvági. Annars verður talan um 1. deildarfótbólt á Argjum komandi kappingarár. Bjarki Nielsen vil ikki siga um hann leingir við AB um AB flytur niður í 1. deild. AB og Skála hava bæði sjey stig, men Skála hevur ein málmun, ið er sjey mál betri enn tann hjá AB.