##med2##
3-0 sigurin hjá B36 á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi sigur langt frá alla søguna um dystin. Bæði liðini, serliga B36 brendu nógvar málmøguleikar, og eingin hevði hildið tað verið forborgið um tað heldur var 2-5 ella 3-6 enn 0-3.
EB/Streymur – B36 0-3 (0-1)
0-1: Magnus Holm Jacobsen 12.
0-2: Eli Falkvard Nielsen 65.
0-3: Árni Frederiksberg 93.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum B36 fekk í kvøld. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum hóast mongu brendu málmøguleikarnar er væl nøgdur við ein 3-0 sigur á tí sum ofta áður hevur verið ein torførur útivøllur hjá B36. Jákup viðgongur tó, at tað gav nakað av høvuðbrýggji tá gamli málrevurin, Arnbjørn Hansen kom á vøllin fyri EB/Streym í seinna hálvleiki.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi. Hoyr eisini Teit Joensen, viðmerkjara taka samanum dystin.