FM1: Soleiðis vann B36 greitt á Argjum

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum fýra málunum B36 fekk móti AB, og hoyr Michal Przybylski seta orð á stórsigurin

##med2##

Tað endaði við einum tryggum 4-0 stórsigri til B36 í grannauppgerðini úti í Vika á Argjum. 

B36 kom á odda tá 11 minuttir vóru farnir, men tað sum eftir var av fyrra hálvleiki kláraði AB rættiliga væl at binda fyri. Men longu í fyrsta minutti í seinna hálvleiki økti B36 til 2-0, og síðani bygdu teir á leiðsluna.

AB – B36 0-4 (0-1)

0-1: Michal Przybylski 10.

0-2: Árni Frederiksberg 46.

0-3: Sebastian Pingel 66.

0-4: Meinhard E. Olsen 86.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá teimum fýra málunum hjá B36.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Michal Przybylski, ið legði B36 á odda 1-0. Michal greiðir frá, at AB megnaði at ørkymla B36 við at fara at verja við fýra monnum tá B36 kom á odda 1-0. Men í steðginum megnaði B36 at knekka tað kotuna, og longu í fyrsta minutti í seinna hálvleiki økti B36 til 2-0. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen. 

(AB-B36 0-4 (0-1). Hoyr málini og hoyr samrøðu við Michal Przybylski)