FM1: Soleiðis staðfesti Mjølnir suverena oddasessin

(FM1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá avgerandi bóltunum í dystinum Mjølnir-SÍ 3-1, og hoyr Símun H. Poulsen (Mjølnir) og Jóhan Petur á Stongum (SÍ) seta orð á dystin

##med2##

Mansliðið hjá Mjølni er nú 18 stig frammanfyri nummar tvey, SÍ í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti aftaná 3-1 heimasigur á júst SÍ, ið tók annað sett, men var væl og virðiliga við undirlutan hini trý settini. 

Mjølnir-SÍ 3-1 (25-17, 25-27, 25-21 og 25-18)

Mjølnir er suverent oddalið við 27 stigum av 30 møguligum. SÍ er nummar tvey við níggju stigum, Fleyr er nummar trý við átta stigum og ÍF er aftast við sjey stigum.

ÍF og Fleyr spæla í høllini á Kambsdali í morgin klokkan 15.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum.

2) Hoyr Jóhann Lützen taka samanum dystin. Jóhann heldur, at unga SÍ-liðið hevur eina bjarta framtíð, og tað vístu teir eisini í pørtum av dystinum.

3) Hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Símun Hoydal Poulsen hjá Mjølni og Jóhan Petur á Stongum hjá SÍ aftaná dystin. 

(Mjølnir-SÍ 3-1. Hoyr avgerandi bóltarnar, og samrøður við Jóhann Lützen, Símun H. Poulsen og Jóhan Petur á Stongum)