##med2##
Tað vóru nógv spent skúlabørn til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Norðurmakedonia, ið endaði við einum góðum javnleiki 1-1, eitt megnar føroyskt avrik.
Men tað sum hugtók Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 allarmest var hvussu fantastiska væl hesi hundraðtals skúlabørnini sungu við tá føroyski tjóðsangurin skuldi syngjast. Vit halda okkum ikki minnast, at tjóðsangurin hevur rungað so væl, og fólk hava sungið so væl við.
Lítið er at ivast í, at vøllurin við Djúpumýru verður skansin hjá føroyska U21-landsliðnum framyvir.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hesa serligu løtuna við Djúpumýru í Klaksvík.