##med2##
Annað vikuskifti á rað sá nýggi venjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen sínar menn vinna dystin í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.
Hesaferð var tað Bogi Reinert Petersen, ið gjørdist sigursmálskjúttin.
Víkingur – Skála 2-1 (1-0)
1-0: Finnur Justinussen 44.
1-1: Ronni Møller Iversen 52.
2-1: Bogi Reinert Petersen 91.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við veteranin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, ið onga gleði kann finna í, at Skála stóð seg væl leikliga, tí eitt týdningarmikið stig var mist úr hondum stutt undan seinasta bríksli.
2) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við David Geza Turi, ið fekk 76 minuttir á vøllinum í dag. David viðgongur, at tað var strævið at bróta Skála niður. David vísir eisini á, at nú Víkingur hevur fingið nýggjan venjara skulu teir royna ymiskt nýtt, og tað tekur eisini tíð at tilpassa.