Tríggjar seinnu hálvfinalur í Faxe Kondi kappingini vera leiktar hetta vikuskiftið.
Í kvøld klokkan 18 leika KÍF og Neistin, menn í høllini í Kollafirði. Stórur spenningur er um samlaða útfallið, tí KÍF er bara á odda 26-25 frá fyrru hálvfinaluni.
Klokkan 14 í morgin er eisini lagt upp til stóran spenning í KÍ-høllini tá Stjørnan og Kyndil bresta saman. Kyndil er á odda 23-22 frá fyrru hálvfinaluni, so her kann eisini alt henda.
Klokkan 16 í morgin møtast H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. H71 er á odda 33-24 frá fyrru hálvfinaluni.
FM1 sigur frá øllum trimum dystunum - øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo