FM1 sigur frá øllum fimm dystunum í 8. umfari í Betrideildini

Fyrsta beinleiðis frásøgnin verður við Margáir leygardagin klokkan 14 tá EB/Streymur og B68 dystast

FM1 sigur frá øllum fimm dystunum í 8. umfarinum í Betrideildini hetta vikuskiftið.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

Leygardagin klokkan 14: EB/Streymur-B68 (Jóna Nicolajsen sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Leygardagin klokkan 16: AB-B36 (Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Leygarkvøldið klokkan 18.30: KÍ-Víkingur (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum. Hjalgrím Elttør verður viðmerkjari). Sett verður norður til Klaksvíkar klokkan 18.

 

Sunnudagin klokkan 15.15: HB-07 Vestur (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Sunnudagin klokkan 16: NSÍ-Skála (Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum)