Fyrsti dysturin í hesum umfarinum í Betrideildini hjá monnum verður leiktur í Fløtugerði í Fuglafirði klokkan 15 sunnudagin.
Talan er um eina uppgerð millum ÍF, ið hevur 11 stig og B68 sum hevur seks stig.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
In.fo hevur í samstarvi við in.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.