Í annaðkvøld klokkan 19 verður dystur við Løkin í Runavík millum nummar fýra í Betrideildini, NSÍ og nummar eitt, KÍ.
KÍ hevur 31 stig meðan NSÍ hevur 21 stig. Tí er trýstið á heimaliðnum at fáa úrtøku burturúr dystinum í annaðkvøld.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Fótbólturin á FM1 byrjar klokkan 18 leygarkvøldið tá Fótbóltspanelið verður endursent.
Samrøður við umboð fyri NSÍ og KÍ og hæddarpunkt koma út á in.fo aftaná dystin.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo











