Í annaðkvøld klokkan 18 skal føroyska fótbóltskvinnulandsliðið royna seg móti Ukraina í HM-undankappingardysti á Tórsvølli.
Ukraina hevur sjey stig í bólki B. Føroyar hava enn ikki fingið fyrsta stigið í undankappingini.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Ukraina. Sendingin byrjar klokkan 17.20 fríggjadagin.
Frásøgufólk verður Jóna Nicolajsen, ið millum 2016 og 2019 leikti sjey landsdystir fyri Føroyar. Viðmerkjari verður Frankie Jensen, venjari og fótbóltsviðmerkjari.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo











