FM1 sigur frá Føroyar-Norðurmakedonia klokkan 14

Tróndur Arge er frásøgumaður hjá FM1

Klokkan 14 seinnapartin byrjar EM-undankappingardysturin millum U21-landsliðini hjá Føroyum og Norðurmakedonia á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Veddingarfyritøkurnar hava Norðurmakedonia sum favoritt, men Bagge og U21-landsliðið hava yvirraska Fótbólts-Evropa nakrar ferðir nú, so vónirnar eru ikki sørar hjá føroyingum.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.