FM1 sigur frá Team Klaksvík-Neistin í kvøld klokkan 20

Frásøgumaður hjá FM1 verður Sjúrður H. Hoydal

Klokkan 20 í kvøld tekur Team Klaksvík móti Neistanum í Burn mansdeildini. Team Klaksvík er á fimta plássi við fýra stigum, meðan Neistin er næstfremst við 10 stigum. 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Ljóðsamrøður við umboð fyri Team Klaksvík og Neistan koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.