FM1 sigur frá SÍ-KÍF og H71-Kyndil sunnudagin

(FM1) Hoyr samrøðu við Peter Morell um flogbørn. Sunnudagin byrjar flogbólturin klokkan 13 og hondbólturin klokkan 14

Sunnudagin sigur FM1 frá bæði flogbólti og hondbólti.

 

Klokkan 13 sigur Óli G. Samuelsen frá dystinum í meistaradeildini í flogbólti hjá kvinnum millum SÍ og KÍF. Klokkan 14 verður eisini byrjað at siga frá dystinum í SMS-deildini í hondbólti millum H71 og Kyndil.

 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá flogbóltinum, og Sjúrður Hoydal sigur beinleiðis frá hondbóltinum.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Samrøður koma út á in.fo aftaná dystarlok.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu Óli G. Samuelsen gjørdi fríggjadagin á FM1, har hann prátaði við Peter Morell um flogbørn.