FM1 sigur frá NSÍ-ÍF klokkan 19 í kvøld

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá Eysturoyaruppgerðini við Løkin í Runavík í kvøld

Bæði NSÍ og ÍF skulu royna at reisa seg aftaná tap í undanfarna umfari tá liðini møtast við Løkin í Runavík í kvøld klokkan 19.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.55.

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

FM1 fer at hava eitt væl kent fyrrverandi starvsfólk hjá Miðlahúsinum sum heimildarmann til dystin millum TB og B36 við Stórá í Trongisvági, ið eisini byrjar klokkan 19.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo.http://www.midlar.fo Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.