FM1 sigur frá lagnudystinum hjá B68 fríggjakvøldið

Petur Asbjørn Lervig sigur frá dystinum millum Víking og B68, ið byrjar klokkan 18 fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið klokkan 18 verða tríggir dystir leiktir í 27. og seinasta umfarinum í 1. deild sum avgera um B68 flytur upp í Betrideildina ella ikki.

 

Undan umfarinum hava NSÍ og KÍ 52 stig og væl betri málmun enn B68, ið er á fjórða plássi við 51 stigum.

 

B68 má vinna dystin í Sarpugerði í Norðragøtu ímóti Víkingi sum er nummar fimm í deildini við 39 stigum. Samstundis má antin KÍ missa stig ímóti HB í Gundadali, ella má NSÍ missa stig ímóti Giza Hoyvík á Hoyvíksvøllinum. B68 má enda á minst triðja plássinum fyri at flyta upp í Betrideildina. 

 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum millum Víking og B68 í Sarpugerði, ið byrjar klokkan 18. Í sendingini verður ringt til hinar báðar dystirnar sum eru avgerandi fyri uppflytingina hjá B68: HB-KÍ og Giza Hoyvík-NSÍ, ið eisini byrja klokkan 18.

 

Lagnan hjá B68 er eisini avgerandi fyri 07 Vestur og AB. Endar B68 á fjórða plássinum í 1. deild hevur AB nógv at spæla fyri ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði leygardagin klokkan 15.30, og 07 Vestur hevur nógv at spæla fyri við Stórá í Trongisvági leygardagin somu tíð.

 

FM1 hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.