FM1 sigur frá Kyndil-Neistin klokkan 18 mikukvøldið

Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum um fyrsta plássið í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum

Klokkan 18 mikukvøldið verður oddadystur og grannadystur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum millum Kyndil og Neistan.

Neistin kann við sigri ella javnleiki vinna bólk 1. Kyndil má vinna fyri at vinna bólk 1.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Samrøður við umboð fyri Kyndil og Neistan koma út á FM1 aftaná dysturin er liðugur.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.