FM1 sigur frá Kyndil-Neistin

Dysturin millum Kyndil og Neistan í SMS-deildini byrjar klokkan 14, og mansdysturin klokkan 16

Sunnudagin seinnapart verða grannauppgerðirnar millum Kyndil og Neistan hjá kvinnum og monnum leiktar í høllini á Hálsi í Havn. 

 

Dysturin millum Kyndil og Neistan í SMS-deildini byrjar klokkan 14, og dysturin millum Kyndil og Neistan í Okkara-deildini byrjar klokkan 16.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystunum á FM1. Samrøður við umboð fyri liðini koma út á in.fo aftaná dystirnir eru lidnir.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.