KÍ skal á Svangaskarði á Toftum í kvøld klokkan 18 spæla seinna dystin móti FC Luzern úr Sveis í 2. undanumfarinum í Europa League. FC Luzern vann fyrra dystin 1-0 við málið, ið var skotið í evstu løtu.
Liðið sum byrjar hjá KÍ:
Kristian Joensen – Jóannes Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jákup B. Andreasen, Simen Sandmæl, Semir Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð – Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður at senda klokkan 17.55, og tí fellur tíðindasendingin klokkan 18.30 burtur.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 98,7, FM 95,5, FM 93,9, FM 91,7 og FM 88,7.
Samrøður við umboð fyri KÍ koma út á in.fo seinni í kvøld.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá bæði dystinum hjá KÍ, og frá dystinum Linfield-HB, ið byrjar klokkan 19.45 í kvøld.