22. umfar í Betrideildini hjá monnum verður spælt sunnudagin.
Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá tveimum av teimum fimm dystunum.
Talan er um dystin millum HB og Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn, ið byrjar klokkan 15. Ein annar dystur byrjar klokkan 15 millum Víking og AB í Sarpugerði í Norðragøtu. Árni Gregersen verður heimildarmaður hjá FM1 til tann dystin. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.
Dysturin millum KÍ og TB við Djúpumýrar í Klaksvík byrjar klokkan 16.45, og dysturin millum ÍF og EB/Streym í Fløtugerði í Fuglafirði byrjar klokkan 17. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.
Klokkan 19 sigur FM1 beinleiðis frá oddadystinum millum NSÍ og B36. In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá hesum dystinum. Í fyrra hálvleiki og í steðginum verða prát við umboð fyri KÍ, TB, ÍF og EB/Streym.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar hjá FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt frá FM1 koma út á in.fo gjøgnum kvøldið.