FM1 sigur frá HB-Skála klokkan 17 og KÍ-Víkingur klokkan 19

Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal

Aftur í dag sigur FM1 beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum.

Klokkan 17 verður sagt frá dystinum millum nummar eitt, HB og nummar 10, Skála sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali í Havn.

Klokkan 19 verður sagt frá dystinum millum KÍ og Víking við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík.

Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá hesum báðum dystunum, og frá dystinum millum TB og ÍF við Stórá í Trongisvági sum byrjar klokkan 14. 

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 98,7, FM 95,5, FM 93,9, FM 91,7 og FM 88,7.