FM1 sigur frá HB-AB og NSÍ-B36 seinnapartin

Dystirnir HB-AB og NSÍ-B36 byrja klokkan 15. FM1 byrjar at senda klokkan 14, tá upptakt til 21. umfar er á skránni

Fýra dystir í betrideildini hjá monnum verða leiktir í dag. Klokkan 15 sigur FM1 frá tveimum dystum. Sagt verður frá dystinum millum HB og AB á ovara vølli í Gundadali í Havn, og frá dystinum millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík. Fylgt verður við og kunnað verður um gongdina í hinum báðum dystunum, Suðringar-EB/Streymur sum byrjar klokkan 15, og Skála-07 Vestur, ið byrjar klokkan 16.

 

 

Frásøgumenn verða Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge.

 

 

Sendingin á FM1 byrjar klokkan 14. Petur Asbjørn Lervig hevur upptaktssending úr Runavík, har Jens Martin Knudsen er gestur. 

 

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm Betrideildardystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.