Í annaðkvøld, týskvøldið sigur FM1 beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum.
Talan eru tvær uppgerðir millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini.
Klokkan 18 byrjar dysturin í SMS-deildini. H71 er næstovast við 21 stigum. VÍF liggur á fimta plássi við 10 stigum, og vestmannakvinnur mugu vinna um teir skulu halda lív í vónini at røkka StÍF aftur í stríðnum um tað fjórða FM-hálvfinaluplássið. StÍF hevur 16 stig, men strandakvinnur hava spælt tveir dystir fleiri enn VÍF.
Klokkan 20 byrjar dysturin í Burn Mansdeildini, ið er ein oddadystur. VÍF er á odda við 24 stigum og H71 er nummar tvey við 23 stigum. Liðið sum endar nummar eitt í grundspælinum kann velja mótstøðulið til FM-hálvfinalurnar.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum á FM1.
Samrøður við umboð fyri liðini koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Mikukvøldið klokkan 20 sigur FM1 beinleiðis frá sera avgerandi dystinum millum KÍF og Team Klaksvík í Burn Mansdeildini.