Klokkan 20 í kvøld verður dystur í Okkaradeildini millum H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini. H71 kann við einum sigri leggja seg undir liðina av Kyndli og Neistanum sum bæði hava átta stig. VÍF er á odda við níggju stigum.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 19.55 í kvøld.
Ljóðsamrøður við umboð fyri bæði liðini koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Øll kunnu lurta eftir beinleiðis dystarfrásøgnini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.