Skulu H71 1 og VÍF ikki hava ein motorveg til hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini er neyðugt, at KÍF vinnur í Hoyvíkshøllini móti H71 í kvøld. Soleiðis er støðan aftaná fyrsta umfarið:
KÍF tapti við níggju málum móti VÍF, og H71 1 vann við 14 málum móti H71 2. Tapir KÍF í kvøld er lítið at ivast í, at so verða tað H71 1 og VÍF sum vinna seg víðari til hálvfinalurnar.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá alt avgerandi dystinum millum H71 1 og KÍF í Hoyvíkshøllini, ið byrjar klokkan 20 í kvøld.
Samrøður við umboð fyri H71 1 og VÍF koma út á in.fo aftaná dystin.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu freksvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7 (Norðurøkið), FM 91,7 (Suðurstreymoy), FM 93,9 (Skálafjørður), FM 95,5 (Sundalagið) og FM 98,7 (Suðurstreymoy).
Úrslit og støðan:
1. H71 1 1 dystur 35-21 +14 2 stig
2. VÍF 1 dystur 36-27 +9 2 stig
---------------------------------------------
3. KÍF 1 dystur 27-36 -9 0 stig
4. H71 2 1 dystur 21-35 -14 0 stig
Sunnudagur 19.01.20 kl. 16.00 VÍF – KÍF 36-27
Sunnudagur 19.01.20 kl. 16.00 H71 2 – H71 21-35
Mikudagur 22.01.20 kl. 20.00 H71 – KÍF
Leygardagur 25.01.20 kl. 18.00 VÍF – H71 2
Leygardagur 01.02.20 kl. 18.00 KÍF – H71 2
Sunnudagur 02.02.20 kl. 16.00 H71 – VÍF