Eftir drúgva røð av finalum í mansdeildini er nú tíð til FM-finalurnar í kvinnudeildini.
Í kvøld klokkan 20.00 spæla Kyndil og VÍF í Høllini á Hálsi, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Finalurnar í kvinnudeildini eru skipaðar eins og seinastu árinin, har tað ið fyrsta lagið snýr seg um at hava í minsta lagið trý stig eftir tveir dystir.
Teir báðar finalurnar verða leiktar í kvøld klokkan 20.00 á Hálsi og leygardagin klokkan 18.00 í ítrottarhøllini í Vestmanna.
Stendur á jøvnum eftir báðar finalurnar, verður ein triðja finala leikt sunnudagin í Vestmanna.
FM1 sigur beinleiðis frá øllum finalunum. Til ber at lurta umvegis alnótina á www.midlar.fo, ella umvegis FM-radio. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.