Tað er spenningur um FM-finaluplássini í Meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti.
Mjølnir er á odda við 22 stigum. KÍF er nummar tvey við 20 stigum. Dráttur er nummar trý við 19 stigum, og Fleyr er nummar fýra við 15 stigum. SÍ hevur 13 stig og TB er aftast við fýra stigum.
Í kvøld klokkan 19 møtast Fleyr og KÍF í høllini á Hálsi í Havn, ið er ein dystir sum Fleyr má og skal vinna um havnarkvinnur skulu verða inni í stríðnum um FM-finaluplássini.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Fleyr og KÍF á FM1.
Aftaná dystin koma samrøður við umboð fyri Fleyr og KÍF út á in.fo
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5, FM 98,7.