FM1 sigur frá Føroyar-Ísrael (U21) klokkan 17

Byrjað verður at senda frá klokkan 16.05 seinnapartin

Klokkan 17 seinnapartin sigur FM1 beinleiðis frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Ísrael á Svangaskarði á Toftum.

Byrjað verður við upptaktssending klokkan 16.05.

Frásøgumaður hjá FM1 er Tróndur Arge.

Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Á in.fo verður eisini tikið samanum føroyska avrikið tá dysturin er liðugur. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER.