Skála sum liggur aftast í Betrideildini við tveimum stigum tekur í kvøld klokkan 19 móti verandi FM-vinnarunum, KÍ.
Undanfarin ár gav eitt sterkari Skála-lið KÍ ofta skarpan gang undir Mýruhjalla á Skála, men hesaferð má KÍ staðfestast at vera greiður favorittur at fara við øllum trimum stigunum.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Skála og KÍ á FM1.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.