FM1 sigur beinleiðis frá HB-B36 í kvøld

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá grannauppgerðini á Tórsvølli, ið byrjar klokkan 19

Í kvøld klokkan 19 verður grannauppgerð millum HB og B36 á Tórsvølli.

HB fer at stríðast fyri at vinna oddasessin aftur, ið NSÍ fór avstað við aftaná 2-0 sigurin á AB ígjár. B36 fer at stríðast fyri at vinna fyri ikki at vera seks stig frá oddinum.

Tað er lagt upp til eitt brak av einum dysti, og sjálvandi sigur FM1 eisini frá hesum dystinum. Frásøgumaður hjá FM1 verður Tróndur Arge. 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum í samstarvi við dystir.fo.

Samrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 98,7 og FM 91,7 í Suðurstreymoy og Nólsoy, FM 93,9 á Skálafjørðinum, FM 88,7 í Klaksvík, Leirvík og Gøtu og FM 95,5 í Kollafirði og í Sundalagnum.