Tveir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum klokkan 15 í dag.
AB tekur móti TB úti í Vika á Argjum í einum sera týðandi dysti í botnstríðnum.
Við Margáir í Streymnesi tekur EB/Streymur móti Víkingi, ið stríðist fyri at nærkast ovaru liðunum í Betrideildini.
Tróndur Arge sigur á FM1 beinleiðis frá dystinum millum AB og TB. Árni Gregersen verður heimildarmaður til dystin millum EB/Streym og Víking.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.











