FM1 sendir úr Runavíkar kommunu

Hvønn mikudag í mai verður beinleiðis sending á FM1 millum klokkan 13 og 15

Sendingin "Spurin" á FM1 verður send úr Runavík hvønn mikudag í maj.

 

Verturin, Petur Zachariassen greiðir frá: - Í fyrstu sending, sum verður 4. mai vera tað millum onnur Torbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard og Kári Egholm Jacobsen, sum vitja sendingina.

 

Spurin í Runavík verður beinleiðis á FM1 millum klokkan 13 og 15.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo