FM1 sendir beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 15

Nations League dysturin millum Føroyar og Litava byrjar klokkan 17

Í samband við Nations League dystin millum Føroyar og Litava á Tórsvølli seinnapartin klokka 17 spennir FM1 seg enn einaferð út.

 

FM1 fer í luftini við fótbóltssendingini longu klokkan 15 við samrøðum av Tórsvølli og av økinum kring Tórsvøll. Sum vant verður eisini vitjað í teltinum hjá Skansanum.

 

Klokkan 17 verður beinleiðis frásøgn av dystinum Føroyar-Litava, og aftaná dystin verður "Triði Hálvleikur" beinleiðis frá Mixed Zone økinum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo