##med2##
Tað var ein risastórur fagnaður í skiftirúminum hjá B36, og tað var ein rørdur høvuðsvenjari, trímálsskjútti, málverji, og fegin formaður reportarin hjá FM1, Tróndur Arge fekk orðið á aftaná minniliga 7-4 (3-1 - 1-0) sigurin hjá B36 á Borac Banja Luka úr Bosnia í seinna Europa Conference League undankappingardystinum á ovara vølli í Gundadali.
Kenslan at hava vent einum torførum útgangsstøði á útivølli - aftanfyri 0-2 frá fyrra dystinum - eitt reytt kort tíðliga í dystinum, og so vendir dysturin til eina 3-0 leiðslu, vendir aftur til eina 3-1 leiðslu og samlaðan javnleik. Og so brotssparkskappingin, har B36 er fyrst at brenna, og so kemur Mattias H. Lamhaugue við tveimum rimmar bjargingum.
Hoyr á ljóðfíluni omanfyri Dan Brimsvík, Magnus Egilsson, Matthias H. Lamhauge og Jákup Mørk seta orð á minniliga sigurin.