FM1: Samrøður við ársins spælara og miðvallara: Árna Frederiksberg

(FM1) Hoyr løturnar tá Árni Frederiksberg var heiðraður sum ársins spælari og sum ársins miðvallari á Parnassinum á Hotel Hafnia

##med2##

 

Árni Frederiksberg hevur havt sítt besta kappingarár nakrantíð, og hann kann krúna eitt fantastiskt 2021 omaná FM-gullið hann við KÍ at vera valdur ársins spælari og ársins miðvallari í Betrideildini 2021.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra løturnar á Parnassinum á Hotel Hafnia tá Árni var heiðraður sum ársins miðvallari og sum ársins spælari. Hoyr eisini báðar samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Árna í samband við hesar báðar heiðrarnar.