FM1: Samrøður og samanumtøka 07 Vestur-B68 1-1 (0-1)

(FM1) Hoyr hvat liðskiparararnir: Daniel Obbekjær hjá 07 Vestur og Aleksandur Ó. Jensen hjá B68 høvdu at siga um javnleikin á Dungasandi

##med2##

 

07 Vestur er framvegis ósigrað í Betrideildini aftaná javnleik 1-1 á heimavølli móti B68, ið legði seg á odda innanfyri fyrstu 20 sekundini. B68 fekk fyrsta stigið til høldar í hesum kappingarárinum við javnleikinum á Dungasandi í Sørvági.

 

07 Vestur-B68 1-1 (0-1)

 

0-1 Ragnar Samuelsen (1.)

 

1-1 Daniel Obbekjær (81.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá 1-1 málinum.

 

2) Hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við liðskiparan hjá B68, Aleksandur Ó. Jensen.

 

3) Hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við liðskiparan og málskjúttan hjá 07 Vestur, Daniel Obbekjær.

 

4) Hoyr Trygva taka stutt samanum dystin.

 

- Vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at vinna  fulla úrtøku. Vit skoraðu til 1-0, áðrenn ein hálvur minuttir var farin. Ragnar Samuelsen skoraði, og Mohamed Samba átti uppleggið, og í longum løtum kendu vit okkum at vera omaná. Tá teir so at enda spentu álopsbogan og javnaðu, so sigur tað seg sjálvt, at vit eru vónbrotnir, segði Aleksandur Ó. Jensen við FM1.

 

- Tað var ein skelkur, at vit so tíðliga fingu mál ímóti okkum. Eg dugi ikki at siga, hvat tað var, sum ikki riggaði. Tað mugu vit fara at kanna, tí tað eigur ikki at koma fyri, at mótstøðuliðið skorar beinanvegin. Tað hevði stóran týdning fyri restina av dystinum. Tíbetur eydnaðist tað at javna til 1-1. Og tá ið vit líta aftur á, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við úrslitið, segði Daniel Obbekjær við FM1. 

 

 

 

 

 

07 Vestur-B68 1-1 (0-1) - Hoyr mál, samanumtøku og samrøður við Aleksandur Ó. Jensen og Daniel Obbekjær

07 Vestur-B68 1-1 (0-1) - Hoyr mál, samanumtøku og samrøður við Aleksandur Ó. Jensen og Daniel Obbekjær