FM1: Søguligur liðskipari og hattrick-skjútti

(FM1) Hoyr liðskiparan og hattrick-skjúttan, Klæmint A. Olsen seta orð á søguliga sigurin hjá NSÍ á Barry Town United

##med2##

Klæmint A. Olsen, liðskipari hjá NSÍ gjørdi sítt til, at NSÍ vann 5-1 á Barry Town United við at skora hattrick. 

Klæmint A. Olsen hevur nú skorað sjey mál í Europa League fyri NSÍ. Á tveimum sinnum hevur Klæmint skotið hattrick, og báðu ferðirnar á Svangaskarði. Seinast var í 4-6 tapinum móti skotsku Hibernian í 2018, og júst sigurin á Barry Town United gevur NSÍ ein møguleika at spæla móti skotskum liði í næsta umfari, hesaferð Aberdeen.

Klæmint A. Olsen sigur tó, at tað málið hann fegnast mest um er málið Stefan A. Løkin skoraði til 5-1. Tá var hann tann sum fegnaðist mest á beinkinum hjá NSÍ.

Klæmint A. Olsen heldur ikki, at talan var um eitt gott lið sum teir møttu í kvøld, og hann var satt at siga eitt sindur skelkaður av hvussu illa Barry Town United dekkaði í verjustøðum. Men tað tekur ikki gleðina burtur, alt annað.

Klæmint A. Olsen er eyðmjúkur um uppgávuna sum bíðar á Pittodrie leikvøllinum í Aberdeen í komandi viku, men hann vónar, at hann og liðfelagarnir kunnu fremja eitt bragd.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Klæmint A. Olsen. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum hjá NSÍ og dystarendanum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Helga L. Petersen taka samanum dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við formannin í NSÍ, Dánial Hansen.

(Samrøða: Klæmint A. Olsen, NSÍ víðari í Champions League)