FM1: Øssur kann fegnast um eitt flott hattrick hjá B68

(FM1) Hoyr samrøður við høvuðsvenjararnar hjá B68 og EB/Streymi um 2-1 sigurin hjá B68 á Svangaskarði

##med2##

 

Gongdin er ótrúliga góð hjá B68. Í dag vunnu toftamenn triðja dystin á rað í Betrideildini, og tað manglaði lítið í, at teir hildu málið reint triðja dystin á rað. B68 vann 2-1 á EB/Streymi við tveimum málum hjá Andri Benjaminsen. Tað loysti seg væl hjá B68 at flúgva Esmar Clementsen heim, ið var eyðsýndur allan dystin umframt, at hann legði upp til fyrra málið hjá B68.

 

B68 – EB/Streymur 2-1 (1-0)

 

1-0: Andri Benjaminsen 40.

 

2-0: Andri Benjaminsen 71.

 

2-1: Árni G. Olsen 89.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr samrøðuna sum var við høvuðsvenjarin hjá B68, Øssur Hansen sum var í "Triðja Hálvleiki". Øssur kann stórfegnast um enn eitt framúr gott avrik hjá sínum monnum. Øssur heldur, at tað var serliga í fyrra hálvleiki, at avrikið var gott. Øssur kann eisini staðfesta, at tað eisini sær sera gott út hjá B68 í verjupartinum.

 

2) Hoyr samrøðuna sum var við høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen sum staðfestir eitt slakari avrik hjá EB/Streymi í dag. Jákup Martin slær fast, at tað má bøtast munandi um avrikið nú 07 Vestur kemur á vitjan komandi leygardag.