##med2##
Neistin liggur ógvuliga væl fyri at koma víðari til hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini aftaná stórsigur 36-24 á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Neistin á odda 18-11.
Neistin hevur fýra stig. VÍF og Kyndil hava tvey stig hvør, og StÍF er aftast við ongum stigi.
VÍF vann 25-23 (15-7) á StÍF í Vestmanna. Samrøður við Svein Justinussen hjá StÍF og Sjúrð Olsen hjá VÍF kunnu hoyrast HER.
Um Neistin, VÍF og Kyndil øll enda á fýra stigum er Neistin sera væl fyri í innanhýsis málmuninum.
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 StÍF – Kyndil
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 VÍF – Neistin
Neistin-Kyndil 36-24 (18-11)
Toppskjúttar Neistin: Rasmus Søby 9, Dánjal Ragnarsson 8 og Julian J. Kragesteen 4.
Toppskjúttar Kyndil: Borgar Sveinsson 5 og Anders Risdal 5.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá seinasta minuttinum av dystinum. Claus Rasmussen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við fimmmálsskjúttan hjá Kyndli, Borgar Sveinsson sum mátti staðfesta, at teir í Kyndli náddu ikki somu hæddir sum móti VÍF farna mikukvøld. Men teir í Kyndli fara inn á Skála fyri at fáa stig móti StÍF, og so vóna teir Neistin koppar VÍF.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Bence Gödör, málverja hjá Neistanum sum hevði væntað ein tættari dyst aftaná góða avrikið hjá Kyndli móti VÍF.